Virkið Heyst - Borðspælskafe í Varpinum

Dámar tær væl at spæla borðspøl? Hesa ferð bjóðar Húsið inn í Varpið at spæla borðspøl. Vit hava øll hugsandi spøl, og øll eldri enn 13 ár eru hjartaliga vælkomin.

Vit vóna sjálvandi at síggja nógv fólk - ung sum vaksin til hesa fyrstu borðspælskafeina í Varpinum

Vit bj´óða sjálvandi eisini ein kaffimunn við onkrum søtum afturvið

Kom og spæl og tak endiliga onkran við

Byrjar:
26.09.2024 - KL. 20:00
Endar:
26.09.2024 - KL. 23:00

Komandi tiltøk

23 september
2024
Virkið Heyst: Vit byggja ein varða
Í samband við Virkið Heyst, so fara vit í Húsinum at byggja ein varða, sum skal standa uttanfyri Húsið. Í tí sambandi fara vit at ganga okkum eon túr niðan í Borðoyavík mánadagin at samla steinar, sum vit síðani fara at mála, sum so síðani skal blíva til ein litríkan og ymisktlittan varða. Øll eru…
25 september
2024
Virkið Heyst: Vit syngja Karaoke - ung
Hevur tú ein sangara í búkinum? Í kvøld fara vit at syngja karaoke. Vit finna stóra skýggjan fram, so øll kunnu syngja við. Í tryggum umhvørvi kanst tú nú royna teg sum sangara. Gongur tað orduliga væl, so er kanska pinnastilt.....ella kanska syngja øll við. Í øllum førum er eingin orsøk at halda t…
26 september
2024
Virkið Heyst - Borðspælskafe í Varpinum
Dámar tær væl at spæla borðspøl? Hesa ferð bjóðar Húsið inn í Varpið at spæla borðspøl. Vit hava øll hugsandi spøl, og øll eldri enn 13 ár eru hjartaliga vælkomin. Vit vóna sjálvandi at síggja nógv fólk - ung sum vaksin til hesa fyrstu borðspælskafeina í Varpinum Vit bj´óða sjálvandi eisini ein ka…